T.R. - Regin Smidur - Tekst piosenki, lyrics - teksciki.pl

Regin Smidur

T.R.

2

Pop

Tekst piosenki
Viljið tær nú lýða á Meðan eg man kvøða Um teir ríku kongarnar Sum eg vil nú um røða Grani bar gullið av heiði Brá hann sinum brandi av reiði Sjúrður vá á orminum Grani bar gullið av heiði Hundings synir í randargný Teir skaðan gørdu har Eitur var í svørinum Teir bóru móti mær Fávnir eitur ormurin á Glitrarheiði liggur Regin er ein góður smiður Fáum er hann dyggur Hann var sær á leikvøllum Imillum manna herjar Rívur upp eikikelvi stór Hann lemjir summar til heljar Eystantil undri heyginum Ið dreingir eyka tal Dimmur er hesin dapri dagur Niður í mold at fara Har komm maður á vøllin fram Eingin ið hann kendi Síðan hatt á høvdi bar Og finskan boga í hendi Har komm maður á vøllin fram Hann vá við eggjateini Eyga hevði hann eitt í heysi Knept var brók at beini Ormurin er skriðin av gullinum Tað man frættast víða Sjúrður setist á Granar bak Hann býr seg til at ríða Grani bar gullið av heiði Brá hann sinum brandi av reiði Sjúrður vá á orminum Grani bar gullið av heiði
Tłumaczenie
Brak

Najnowsze teksty piosenek

Sprawdź teksty piosenek i albumy dodane w ciągu ostatnich 7 dni